Sunda kommuna
Mánadag, týsdag, hósdag er opið frá kl.9.00 til kl.16.00 Mikudag er opið frá kl.10.00 til kl.16.00 og fríggjadag er opið frá kl. 09.00 til kl. 15.00
Um tú ætlar at brenna bál, skal ein umsókn sendast inn til kommuna.
Vit vilja heita á tykkum, um at lesa vegleiðingina hjá Umhvørvisstovuni um brenning av báli og eldstaði, áðrenn søkt verður.
Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði hjá Umhvørvisstovuni kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni á www.us.fo
Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast teknisku deild hjá kommununi til góðkenningar. Farast kann ikki undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað kann m.a. verða arkitektar, teknikarar, byggifrøðingar ella verkfrøðingar v.m.
Her kanst tú søkja um pláss á dagstovnunum í Sunda kommunu.
Ynskir tú dagstovnapláss, skalt tú senda eina umsókn inn til kommununa. Tað stendur einum frítt at velja, hvønn dagstovn ein ynskir, óansæð hvar í kommununi ein býr. Um ikki er pláss á einum dagsstovni, kann verða víst til ein annan dagsstovn í kommununi.
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesari sjálvgreiðslu.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Sunda kommunu
Til Sunda kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Sunda kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær Sunda kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Ert tú foreldur og er tín inntøka lægri enn eina ávísa upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn, sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum. Frípláss er eitt fíggjarligt ískoyti, sum tú fært til dagstovnagjaldið.
Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári.
Tú skalt bóka tínum barni pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Ert tú borgari í Sunda kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.
Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú søkja um tað her.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur, ið eru heimahoyrandi í Sunda kommunu, kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, sum verður hildið í ella uttan fyri Sunda kommunu.
Sangarar, tónleikarar, listafólk og onnur heimahoyrandi uttan fyri Sunda kommunu, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, vitjanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Sunda kommunu.
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti ella líknandi, skalt tú søkja kommuna um loyvi. Í kommuni loyva vit sum oftast tiltøkum, sum hava almennan áhuga fyri okkara borgarum.