TAKS
Smyrilsvegur 20 Postboks 2151 110 Tórshavn Upplatingartíð og telefontíð: mánadag til hósdag frá 10 til 15
Stuðul til dupult húsarhald er peningaligur stuðul, ið verður veittur persóni, sum av arbeiðsávum hevur tveir bústaðir í Føroyum.
Ferðastuðul er peningaligur stuðul, ið verður veittur teimum, ið ferðast longri enn 20 km millum bústað og arbeiðsstað, og sum lúka treytirnar fyri at fáa stuðulin. Søkjast kann um ferðastuðul fyri eitt hálvt ár í senn, og søkjast kann bert um útreiðslur, sum longu eru hildnar. Søkjast kann ikki fram í tíð.
Rentustuðul til bústaðarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur húsaeigarum til at gjalda rentur av lánum, sum teir taka í sambandi við bústað sín.
Rentustuðul til lestrarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur lesandi til at gjalda rentur av lánum, sum tey taka í sambandi við lesnað sín.