Tórshavnar Kommuna
Vaglið Postsmoga 32 110 Tórshavn Upplatingar- og telefontíðir: Mán- til hósdag kl. 9-16 Fríggjadag kl. 9-15
Tú kanst søkja um samsýning at ansa einum eldri og óhjálpnum borgara heima við hús. Samsýningin hevur sum endamál at tryggja, at óhjálpni borgarin kann fáa støðuga røkt og hjáveru í heiminum heldur enn at fara á røktarheim.
Tá tygum hava søkt setur ein visitator seg í samband við tygum og síðani verður umsókn tygara viðgjørd við støði í frágreiðing frá visitator.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast byggideildini hjá kommununi til góðkenningar. Tú kanst ikki fara undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans átta eldrabústovnar:
- Fýra røktarheim
- Trý eldrasambýli
- Eitt ellisheim
Ellisheimið og eldrasambýlini hava felags stovu og smá búrúm. Flestu heimini hava eitt vesi við brúsu til 3 – 4 búfólk.
Røktarheimini eru størri heim, ið eru býtt upp í fleiri smærri deildir. Búfólk hava egið vesi við brúsu, og hvør deild hevur eitt felagshøli. Flestu røktarheimini hava bæði røktardeildir og demensdeildir.
Tað ber ikki til at seta fram ynski um at koma á eitt ávíst heim at búgva.
Fýra skipaði tilboð eru til fólkapensjónistar, sum ikki hava møguleika at luttaka í teimum tilboðum, sum Heilsu- og umsorganartænastan annars bjóðar eldri borgarum t.d. Tilhaldið.
Tilboðið í Stjørnulon og Tjarnarlon er til fólkpenjónistar, ið eru útgreinað fyri demenssjúku.
Virkis- og venjingarstovurnar eru til fólkpensjónistar, ið fatanarliga, sálarliga og sosialt eru før fyri at taka virknan lut í tilboðnum. Fólk skulu kunna eta sjálv og fara á vesi sjálv.
Dag- og kvøldtilboð er eitt tørvsmett tilboð, og tí má søkjast um tilboðið.
Les meira um dag- og kvøldtilboð
Ergo og fysioterapi er ein tørvsmett tænasta, og ert tú fólkapensjónistur í Tórshavnar kommunu kanst tú søkja. Umsóknin verður síðani viðgjørd, og avvarðandi terapeuttoymi setur seg í samband við teg.
Saman við tær gera vit eina fakliga meting, ið avgerð hvat ergo- og/ella fysioterapeutiskt tilboð er best egna til tín. Um tú hevur eitt ávíst ynski til tilboð, kanst tú viðmerkja tað í umsóknini. Tað er tann fakliga metingin, ið avgerð hvat tilboð tú fært játtað.
Les meira um ergoterapi og fysioterapi
Her søkir tú um at flyta í annan skúla, eisini um flutt verður til Tórshavnar kommunu. Vel millum forskúla og til 9. flokk.
Mattænastan hjá Tórshavnar kommunu er fyrst og fremst ætlað heimabúgvandi fólkapensjónistum, ið ikki megna at gera døgurða sjálvi. Í serligum føri kann tænastan veitast borgarum undir 67 ár, sum búgva heima.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar.
Um tú ert búsitandi innanfyri parkeringsøki í miðbýnum, og ikki hevur møguleika at parkera ella at gera títt egna parkeringspláss á bústaðnum, kanst tú søkja um at fáa eitt parkeringsloyvið.
Reingerðartænastan í Tórshavnar kommunu er ætlað heimabúgvandi fólkapensjónistum, sum ikki megna at gera reint sjálvi.
Um visitator metir tygum við miðvísari venjing kunnu endurvinna førleikan at gera reint, so fáa tygum í boði at venja hesar førleikar saman við starvsfólkum í Heilsuhúsinum. Í tílíkum føri fáa tygum játtað reingerð tað tíðarskeiðið venjingin fer fram.
Ert tú rørslutarnað ella nýtir koyristól, hevur tú møguleika at heita á serliga bussin til rørslutarnað hjá Tórshavnar kommunu.
Tú skalt góðkennast sum brúkari, áðrenn tú kanst nýta serflutningstænastuna.
Stutttíðarpláss er ein tørvsmett tænasta, sum heimabúgvandi fólkapensjónistar hava møguleika at søkja. Uppihaldið kann vera umlætting ella samdøgursrehabilitering.
Umlætting er at fáa hóskandi røkt og umsorgan, meðan samdøgursrehabilitering er at endurvenja mistar førleikar.
Hevur barn títt ikki føroyskt p-tal, hevur tú møguleika at søkja um eitt sovnevnt TK-tal, sum kann brúkast til skipanina BARN til p-tal er fingið til vega.
Ert tu fylt 18 ár, og ert tú búsitandi í Tórshavnar kommunu, hevur tú møguleika fyri at søkja kommununa um eina trøð ella eitt urtagarðsstykki til at hava kríatúr á.
Tú kanst søkja um annaðhvørt trøð ella urtagarðsstykki. Tú kanst ikki søkja um bæði.
Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært títt barn ansað á dagstovni, og í tí sambandi fært fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannastovuna fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp. Almannastovan krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi um, at tað ikki ber til at útvega pláss til ynsktu tíð.