Tvøroyrar kommuna
Mánadag til fríggjadag 09:00-15:00 .
Umsøkjarar, ið eru búsitandi í Tvøroyrar kommunu, hava framíhjárætt til eitt bátapláss á Tvøroyri
Umsøkjari, sum ikki er búsitandi í Tvøroyrar kommunu, fær bjóðað bátapláss, um bátapláss er tøkt og eingin bíðilisti er.
Um tit ynskja at verða vígd í býráðnum ella í samkomu, skulu tit senda umbøn um borgarliga vígslu. Umbønin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fýra vikur áðrenn vígsluna og í fyrsta lagi fýra mánaðir áðrenn.
GG: fyri at brúka hesa sjálvgreiðslu, skulu báðir partar hava samleikan
Kirkjulig vígsla
Um tit ynskja at verða vígd í eini kirkju, skulu tit venda tykkum til prestin í viðkomandi kirkju.
Tað er umráðandi at fáa loyvi frá kommununi til at brenna størri bál, so sum nýggjársbál. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.
Loyvt er ikki at farið verður undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Innanhýsis í Tvøroyrar kommunu
- Til Tvøroyrar kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
- Úr Tvøroyrar kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær Tvøroyrar kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu: www.tvk.fo
Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum: Frípláss - Almannaráðið
Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, og freistin at søkja er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka barnið tínum pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Tvøroyrar kommuna setur á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið og frítíðarlívið í kommununi.
Mentanarstuðul kann verða latin til verkætlanir, tiltøk og átøk innan mentanarligt virksemi sum t.d. framsýningar, framførslur, konsertir og bóka- og fløguútgávur. Eisini kann stuðul verða latin til fyriskipan av ráðstevnum, seminarum v.m. um mentan og list og til frítíðarvirksemi so sum ítrótt og skótar.
Góð ráð áðrenn tú byrjar at útfylla umsóknina.
Fyrireika:
- lýsing av verkætlanini
- tíðarætlan (nær) og stað (hvar)
- málið við verkætlanini, málbólk og málsetning
- hvussu er verkætlanin viðkomandi hjá Tvøroyrar kommunu
- fíggjarætlan, útreiðslur og inntøkur
Viðfest skjøl kunnu ikki fylla meira enn 7 MB tilsamans
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti, súkklukapping og tílíkt, skalt tú søkja kommununa um loyvi.
Tín umsókn skal latast inn í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn tiltakið eftir ætlan skal vera.