Vága kommuna
Upplatingartíðir og telefon avgreiðsla hjá Vága kommunu er mánadag til mikudag frá kl. 10 - 15, hósdag frá kl. 10 - 17 og fríggjadag frá kl. 10 - 13
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meira enn 8 ár. Fyri at sleppa at velja, skalt tú søkja um upptøku á veljaralistan í tí kommunu, har tú seinast vart skrásett.
Søk í góðari tíð. Tann 5. mars 2026 er seinasti dagur, Vága kommuna kann taka avgerð um upptøku á veljaralistan til løgtingsvalið 2026. Tað vil siga, at tín umsókn má vera Vága kommunu í hendi nakað áðrenn afturlatingartíð 5. mars 2026. Afturlatingartíðin er klokkan 16.
Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið/ur yvir, at størri bál, sum til dømis nýggjársbál, krevur góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri, at tú ert skrásett/ur á tínum verandi bústaði, kanst tú fáa eina bústaðarváttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðarváttanir.
Hevur tú tørv á skjalprógvi fyri teimum bústøðum, tú hevur verið skrásett/ur á, kanst tú fáa eitt bústaðayvirlit. Tú kanst taka tað niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur bústaðaryvirlit.
Tá tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.
Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging fyrr enn byggiloyvi fyriliggur. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Møguleiki er at søkja um pláss í vøggustovu, barnagarðsstovu og í frítíðarskúla gjøgnum Vangan.
Fyri at fáa pláss, skal í minsta lagi annað av foreldrunum og barnið vera skrásett at búgva í Vága kommunu. Tó kunnu foreldur, sum ætla at flyta til Vága kommunu, søkja um upptøku 6 mánaðir áðrenn flyting.
Heitt verður á foreldur um at søkja um pláss í góðari tíð, fyri at tryggja sær pláss og geva kommununi betur møguleika at nøkta tørvin.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá. Hetta kanst tú gera í hesari sjálvgreiðslu.
Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum:
Innanhýsis í Vága kommunu
Til Vága kommunu úr aðrari føroyskari kommunu
Úr Vága kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær Vága kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Umsókn um frípláss til barn á dagstovn
Hevur tú barn í kommunalu ansingarskipanini, kann tú søkja kommununa um frípláss.
Tað kann veitast fult ella partvíst frípláss, alt eftir inntøku. Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum, eftir at umsóknin er móttikin.
Tú hevur skyldu til at boða kommununi frá varandi broytingum í inntøkuviðurskiftunum og øðrum viðurskiftum, ið skerja rættin til fíggjarligt frípláss.
Gjaldið kann javnast afturvirkandi til tað mundið, tá viðurskiftini hjá tær broyttust.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú bíleggja útskrift av máliblaði fyri ein ávísan eigindóm. Eitt máliblað er eitt útgreinað kort, sum vísir longdir, hvørji marknamerki eru sett, hvat er vinkulrætt o.s.fr. Máliblaðið verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur máliblað.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um marknaseting. Við marknaseting verður markið millum tveir ella fleiri eigindómar sett. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur marknaseting.
Í hesi sjálvavgreiðslu kanst tú søkja um matrikulbroytingar. Hevur tú ynski um at broyta tína ogn, verður hetta gjørt eftir reglunum í ll 64 frá 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022. Tænastan verður veitt av Umhvørvisstovuni.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur matrikulbroytingar.
Vága kommuna setur á hvørjum ári pening av til ítróttar- og mentanarstuðul.
Endamálið við ítróttar- og mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Fyri at viðgera umsóknina er neyðugt hjá kommununi at viðgera persónsupplýsingar um teg. Øll málsviðgerð hjá kommununi er fevnd av dátuverndarlógini. Kunning um dátuvernd er at finna her.
Umsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Freistirnar at søkja mentanarstuðul eru tann 1. mars og tann 1. september. Umsóknir verða viðgjørdar á fyrsta nevndarfundi eftir hesar tíðarfestingar.
Skalt tú skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan. Tú kanst taka hana niður ella biðja um eitt frumrit, sum verður sent til tín við vanligum posti.
Trýst á Far til Umhvørvisstovuna og tú verður beind/ur til Umhvørvisstovuna, ið umsitur p-tals váttanir.