Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Vágs kommuna

Opið er mánadag til fríggjadag 10:00 – 15:00

Bátapláss
Umsókn um bátapláss

Bátahylurin í Vági liggur á Oyrunum, sum er á suðursíðini á Vágsfjørði. Bátahylurin hevur pláss fyri 21 bátum.

Bátar, ið søkja um pláss í bátahylinum, skulu góðkennast av Vágs Havn. Bátarnir skulu vera heimahoyrandi í Vági, og bátaeigarin skal vera skrásettur sum búgvandi í Vágs kommunu.

Far til sjálvgreiðslu
Boða kommununi frá
Boða kommununi frá

Hevur tú eina fráboðan um til dømis rottur, tóman saltkassa, hol í vegnum, óynsktan plantuvøkstur, so sum garðaskøru, rusk á lendisgøtum ella um brek á gøtuljósum, kanst tú boða kommununi frá beinleiðis her á Vanganum.

Far til sjálvgreiðslu
Brenna bál
Umsókn um loyvi til at brenna bál

Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið yvir, at størri bál, sum nýggjársbál og jóansøkubál, krevja góðkenning. Til smærri bál krevst eingin góðkenning, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni.

Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning. Fyri øll bál, stór sum smá, og øll eldstøð bæði innan- og uttandura, er meginreglan, at bálini mugu ikki elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, skal kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.

Far til sjálvgreiðslu
Byggiloyvi
Byggiloyvi

Tá ið tú skalt byggja, má umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar. Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er játtað.

Tá ið tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika. 

Far til sjálvgreiðslu
Dagstovnapláss
Umsókn um dagstovnapláss

Her kanst tú søkja um dagstovnapláss í Vágs kommunu.

Tað er eingin bíðilisti til dagstovnapláss í Vágs kommunu. Øll kommunan er eitt upptøkuøki.  
Søkt eigur at vera um pláss á dagsstovni í minsta lagi 1 mánaða áðrenn barnið skal byrja á stovni.

Les meira um dagstovnaøkið á heimasíðuni, vagur.fo. Undir Borgari og Børn og ung og Dagstovnaøki.

Far til sjálvgreiðslu
Dagstovnapláss – Uppsøgn
Dagstovnapláss - uppsøgn ella farloyvi

Um tú ynskir at siga upp dagstovnapláss ella ynskir at gera broytingar í verandi dagstovnaplássi, so kanst tú boða kommununi frá hesum her.

Les meira um dagstovnaøkið á heimasíðuni, vagur.fo. Undir Borgari og Børn og ung og Dagstovnaøki.

Far til sjálvgreiðslu
Flyta bústað
Fráboðan um at flyta bústað

Í hesi sjálvgreiðsluni kanst tú boða frá hesum flytingum: 

  • innan kommunumark

  • til Vágs kommunu úr aðrari føroyskari kommunu 

  • úr Vágs kommunu og til útlond, tó ikki tá tú flytur til Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Finnland ella Ísland. Flytur tú til eitt hesum londunum fær Vágs kommuna boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur. 

Far til sjálvgreiðslu
Frípláss
Søk um frípláss til dagstovn

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið? So kanst tú søkja um frípláss til dagstovn.

Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, og freistin at søkja er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka barnið tínum pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

Les meira um inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum her.

Far til sjálvgreiðslu
Mentanarstuðul
Umsókn um mentanarstuðul

Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.

Umsóknir verða viðgjørdar tvær ferðir um árið. Freistirnar at søkja um mentanarstuðul eru tann 1. apríl og tann 1. oktobur.

Far til sjálvgreiðslu
Tiltak á kommunalum øki
Tiltak á kommunalum øki

Skalt tú skipa fyri tiltaki, sum savnar eina stóra fjøld av fólki, til dømis ein festival, uttandura konsert ella súkklukapping, skalt tú søkja kommununa um loyvi.

Far til sjálvgreiðslu
Opið er mánadag til fríggjadag 10:00 – 15:00