VEKS
Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Mikudag er opið frá kl. 10.00 til kl. 16.00.
Óhjálpin persónur, 67 ár og eldri, kann fáa ansara, um so er, at VEKS metir at tørvur er á støðugari røkt og hjáveru.
Ein ansari kann vera avvarðandi, familjulimur ella annar, ið er mettur førur fyri at átaka sær ansingaruppgávuna. Samsýning fyri at ansa kann verða veitt eftir ávísum leiðreglum fyri ansingartilboð.
Hjá VEKS eru tilsamans trýggir eldrabústovnar:
- Korndalsbýlið
- Røktarheimið á Mørkini
- Heimið á Grønanesi
Tað ber ikki til at seta fram ynski um at koma á eitt ávíst heim at búgva.
Dagtilhald er ætlað borgarum, sum búgva heima, men av givnum orsøkum hava tørv á uppihaldi í dagtilboði ávísar tímar í samdøgrinum.
Endamálið er at skapa tryggar karmar í gerandisdegnum, umframt geva møguleika fyri sosialari samveru.
Kostnaður fyri dagtilhald er at finna á www.veks.fo undir "Tænastur" - "Prísir".
Umsókn um terapeutiska tænastu, t.d. eftir brot ella annan skaða kann avgreiðast undir "Sjálvavgreiðsla " her á Vanganum.
Harumframt skipar VEKS fyri fyribyrgjandi venjingum. Her er ikki neyðugt við umsókn. Kunning um hetta sæst á heimasíðuni hjá VEKS www.veks.fo.
VEKS veitir útbering av døgurða yrkadagar.
Tænastan er ætlað borgarum 67+, sum av givnum orsøkum ikki megna at gera sær heitan mat.
Heimabúgvandi fólkapensjonistur, sum er 67 ár ella eldri, kann søkja um stutttíðarpláss á einum av okkara trimum bústovnum. Ein tørvsmeti hjá VEKS metir síðan um støðuna og tørvin.
Um tørvur er at tosa um viðurskifti í mun til tær tænastur, sum VEKS bjóðar, hevur tú møguleika at biðja um eitt prát við starvsfólk okkara, sum gevur tær vegleiðing.