Vestmanna kommuna
Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag - kl. 09:00 - 15:00
Áðrenn tú ætlar at kynda bál, má umsókn sendast kommununi til góðkenningar.
Tá ið talan er um stórt bál, er ikki loyvt at kynda, fyrr enn loyvi er givið.
Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmáti, eru at rokna sum stór bál.
Tá ið tú skalt byggja, má umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.
Tað er ikki loyvt at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er játtað.
Tá ið tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.
Tú kanst søkja um dagstovnapláss í vøggustovu, barnagarði og frítíðarstovu gjøgnum Vangan.
Fyri at kunna fáa pláss skulu annað foreldrið og barnið búgva í Vestmanna Kommunu.
Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.
Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi, minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.
Hevur barn títt ikki longur tørv á dagstovnaplássi, er tað ábyrgdin hjá foreldramyndugleikanum at siga dagstovnaplássið upp. Hetta skal til dømis eisini gerast, um ein flytir til aðra kommunu.
Her kanst tú boða frá hesum flytingum:
- Innanhýsis í Vestmanna kommunu
- Til Vestmanna kommunu, úr aðrari føroyskari kommunu
- Úr Vestmanna kommunu til útlond, undantikið tá ið tú flytir til Danmarkar, Grønlands, Noregs, Svøríkis, Finnlands ella Íslands. Flytur tú til eitt av hesum londunum, fær Landsfólkayvirlitið boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.
Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum: Frípláss - Almannaráðið
Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, og freistin at søkja er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka barnið tínum pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.
Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Leiðreglur fyri mentanarstuðul kunnu lesast her.
Skalt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki, so sum mentanartiltak, konsert, útimøti, súkklukapping og tílíkt, skalt tú søkja kommununa um loyvi.