Vangin   /   Føroyskt   /   Um Vangan   /   Talgild atkoma
Talgild atkoma

Talgild atkoma

Eitt av aðalmálunum í Talgildu Føroyum hevur verið, at so nógv sum møguligt skulu hava atgongd til talgildu tænasturnar.

Tí settu Talgildu Føroyar sær fyri at liva upp til krøvini og standardarnar í WCAG (Web Content accessibility Guidelines). Soleiðis tryggja vit, at so nógv sum møguligt fáa atgongd til talgildu tænasturnar.

Á Vanganum eru ymisk hjálpiamboð tøk til tey, ið hava ymiskar avbjóðingar við t.d. hoyrn og sjón.

Myndin, sum er víst niðanfyri, er at finna inni á Vanganum, og her kanst tú velja ymsu hjálparamboðini.

  • Knappastýring
    Allar funkur á Vanganum kunnu brúkast við knappastýring. Tað vil siga, at tú ikki nýtist brúka músina. Tú kanst heldur brúka allar funkurnar við at trýsta á knappaborðið.
  • Fá tekstirnar lisnar upp
    Fyri tey, sum hava trupulleikar við at lesa ella ikki síggja væl, er møguleiki fyri at fáa tekstirnar á Vanganum lisnar upp.
  • Litmótsetningar
    Teksturin á Vanganum er gjørdur soleiðis, at tað er kontrastur á litunum. Hetta er gagnligt fyri øll, og alneyðugt fyri tey, sum sum eru sjónveik ella litblind. Tú kanst velja, hvussu stóran litmótsetning tú vilt brúka.
  • Hálýs leinkjur
    Tú kanst hálýsa leinkir. Hetta hjálpir tær, um tú ikki sært væl og vil síggja betri, hvar tað er møguligt at trýsta á leinkjur.
  • Størri tekstur
    Tú kanst gera tekstin størri, um tú ikki sært væl.
  • Tekstfjarstøða
    Tú kanst gera fjarstøðuna á tekstinum størri.
  • Steðga livandi myndum
    Tú kanst steðga livandi myndum, sum t.d. video.
  • Hjálp til orðblind
    Tú kanst velja eina serliga skrift, sum er gagnlig fyri orðblind. Skriftin hevur eitt serstakt snið, sum ger tað lættari hjá orðblindum at lesa.
  • Vísari
    Vísarin frá músini kann gerast størri, so at hann er lættari at síggja.