Um Vangan
Vangin er tænasta frá Talgildu Føroyum, har talgildar tænastur hjá almennum stovnum og kommunum eru savnaðar. Vangin ger tað lættari, skjótari og tryggari hjá tær at avgreiða egin viðurskifti.
Á Vanganum hevur tú:
- innlit í persónliga skrásettar dátur
- persónligan kalendara, sum vísir avtalur og freistir
- møguleika at senda inn umsóknir av ymiskum slag til tænastuveitararnar
- trygt samskifti umvegis Mínboks
Mínboks er tín persónligi postkassi. Í Mínboks fært tú brøv frá nógvum ymiskum veitarum.
Harumframt fært tú kvittanir o.a. úr Vanganum beinleiðis í Mínboks, so tú altíð hevur eitt gott yvirlit yvir, hvørjar sjálvgreiðslur, tú hevur brúkt.
Við Mínboks samskiftir tú beinleiðis á Vanganum við virkir og stovnar. Mínboks tryggjar, at brøvini koma á rætta stað skjótt og trygt.
Tú fært eini boð ovast í høgra horni á Vanganum, tá ið tú hevur fingið nýggjan post í Mínboks.
Á Vanganum hevur tú ein persónligan kalendara, ið tænastuveitarar kunnu senda avtalur og freistir í, t.d. um bilurin skal til sýn ella nær seinasta freist er at søkja um ferðastuðul.
Tú hevur eisini møguleika at broyta avtalur á kalendaranum.
Hevur tú børn undir 18 ár, sært tú eisini avtalurnar hjá teimum í tínum kalendara. Hvørt barn fær sín egna lit, so tað er lætt at halda skil á avtalunum.
Tú fært eini boð ovast í høgra horni á Vanganum, tá ið nýggjar avtalur koma í kalendaran.
Tænastuveitararnir á Vanganum hava nógvar ymiskar tænastur, ið tú kanst brúka. Hesar verða nevndar sjálvgreiðslur. Tú kanst t.d. søkja um ferðastuðul hjá TAKS, byggiloyvi hjá kommununi ella lestrarstuðul frá Studna.
At brúka eina sjálvgreiðslu á Vanganum er skjótt og lætt. Tá ið umsóknin er avgreidd, fært tú avrit av henni í Mínboks, sum eisini er ein kvittan.
Tú sært yvirlit yvir tøkar sjálvgreiðslur undir hvørjum einstøkum tænastuveitara ella við at velja sjálvgreiðslur.
Á Vanganum hevur bara tú atgongd til tínar persónligu dátur.
Tað er bara tú, ið sært allar tínar dátur. Ymisku tænastuveitararnir hava ikki atgongd til dátur hjá hvørjum øðrum. Dátur verða ikki samkoyrdar, uttan at tú gevur samtykki til hetta.
Dátur verða ikki goymdar á Vanganum, men verða heintaðar frá tænastuveitarunum, tá ið tú ert ritað/ur inn.
Hvør myndugleiki umsitur egnar dátur, sum tú sært, tá ið tú ert ritað/ur inn á Vangan.
Ein av aðalreglunum hjá Vanganum er, at dátur vera skrásettar og viðgjørdar, har tær eru stovnaðar og náturliga eiga at vera varðveittar.
Samskiftispallurin, Heldin, ger tað lætt, skjótt og trygt at knýta KT-skipanir hjá tænastuveitarunum saman.
Í video niðanfyri sært tú, hvussu tínar dátur eru vardar og vístar umvegis Heldina.
Á Vanganum kanst tú viðlíkahalda telefonnummar og teldupostadressu. Tú kanst velja at lata almennum myndugleikum hesar samskiftisupplýsingar. Endamálið er, at almennir myndugleikar altíð hava dagførdar samskiftisupplýsingar, og tú ikki verður biðin um somu upplýsingar fleiri ferðir.
Allir tænastuveitarar á Vanganum hava egna tænastuveitarasíðu.
Tú sært, hvør tænastuveitarin er uppi í vinstra horni.
Á síðuni fært tú yvirlit yvir
- hvør tænastuveitarin er
- hvørjar sjálvgreiðslur eru
- skrásettar dátur um teg
- persónlig mál hjá tær
- kontaktupplýsingar
Tænastuveitarar umsita tænastuveitarasíðuna. Upplýsingarnar koma sostatt beinleiðis frá teimum.
Talgildu Føroyar reka og menna Vangan. Talgildu Føroyar eru partur av Gjaldstovuni. Les meira á heimasíðuni www.talgildu.fo
Talgild undirskrift við Samleikanum hevur sama rættarvirknað sum handskrivað undirskrift. Í summum førum skal borgarin sjálvur gjalda fyri undirskriftina, og tá eru serligar keypstreytir galdandi. Les meira um keypstreytirnar í leinkinum niðanfyri.