
Mínboks er partur av Vanganum.
Tú sleppur til Mínboks við at rita inn á Vangan her á síðuni, uppi í høgra horni, ella tú gert tað í Vanga appini, sum tú tekur niður á telefon ella teldil.
Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Øll, sum eru yvir 13 ár og hava føroyskt P-tal kunnu fáa Samleikan. Les meira um Samleikan á samleikin.fo
Í leinkinum niðanfyri eru brúkstreytirnar fyri Mínboks
Mínboks er partur av Vanganum, og tú ritar inn á Vangan við Samleikanum.
Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, sum tú fyrr brúkti at rita inn við.
Les meira um Samleikan, og hvussu tú brúkar hann á samleikin.fo
Tá ið tú hevur ritað inn á Vangan, sært tú Mínboks postkassan á forsíðuni. Ein fráboðan kemur á brævbjálvan í ovara høgra horni, tá ið tú fært nýggjan post í Mínboks.
Um tú brúkar Vanga appina, velur tú Mínboks, tá ið tú hevur ritað inn og kemur beinleiðis í postkassan.
Tað hevur onga broyting við sær, at Mínboks er vorðin partur av Vanganum. Posturin verður verandi í tínum persónliga trygga postkassa.
Tú fært boð á tín privata teldupost, tá ið nýggjur postur kemur í Mínboks. Vit mæla tær til at hyggja javnan í postkassan.
Um tú ikki vilt brúka Mínboks longur, skalt tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo Her fært tú vegleiðing um, hvør skjalfesting skal til fyri at strika postkassan.
Tú kanst senda teldupostar og skjøl til ávísar tænastuveitarar í Mínboks.
Á Vanganum fert tú fyrst í Mínboks. Síðani velur tú at skriva nýtt bræv (ovast í vinstra horni á teldu).
Vel hvønn tú skalt senda bræv til. Trýst á pílin niður og fá fult yvirlit yvir tænastuveitarar, ið tú kanst senda til.
Skriva yvirskrift, ið hóskar til samskifti, og síðani kanst tú viðfesta skjøl í teiginum niðanfyri.
Tá ið tú hevur skrivað brævið trýstir tú á Send ovast í høgra horni.