Vangin   /   Føroyskt   /   Um Vangan   /   Mínboks
Mínboks

Mínboks er partur av Vanganum.

Tú sleppur til Mínboks við at rita inn á Vangan her á síðuni, uppi í høgra horni, ella tú gert tað í Vanga appini, sum tú tekur niður á telefon ella teldil.

Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Øll, sum eru yvir 15 ár og hava føroyskt P-tal kunnu fáa Samleikan. Les meira um Samleikan á samleikin.fo

Brúkstreytirnar

Í leinkinum niðanfyri eru brúkstreytirnar fyri Mínboks

Mínboks treytir

Rita inn í Mínboks

Mínboks er partur av Vanganum, og tú ritar inn á Vangan við Samleikanum.

Samleikin er komin í staðin fyri Mínlykil, sum tú fyrr brúkti at rita inn við.

Les meira um Samleikan, og hvussu tú brúkar hann á samleikin.fo

Hvar á Vanganum er Mínboks

Tá ið tú hevur ritað inn á Vangan, sært tú Mínboks postkassan á forsíðuni. Ein fráboðan kemur á brævbjálvan í ovara høgra horni, tá ið tú fært nýggjan post í Mínboks.

Mynd av Vanganum

Um tú brúkar Vanga appina, velur tú Mínboks, tá ið tú hevur ritað inn og kemur beinleiðis í postkassan.

Posturin í Mínboks

Tað hevur onga broyting við sær, at Mínboks er vorðin partur av Vanganum. Posturin verður verandi í tínum persónliga trygga postkassa.

Tú fært boð á tín privata teldupost, tá ið nýggjur postur kemur í Mínboks. Vit mæla tær til at hyggja javnan í postkassan.

Strika Mínboks

Um tú ikki vilt brúka Mínboks longur, skalt tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo  Her fært tú vegleiðing um, hvør skjalfesting skal til fyri at strika postkassan.

Send post við Mínboks

Tú kanst senda teldupostar og skjøl til ávísar tænastuveitarar í Mínboks.

Á Vanganum fert tú fyrst í Mínboks. Síðani velur tú at skriva nýtt bræv (ovast í vinstra horni á teldu).

Vel hvønn tú skalt senda bræv til. Trýst á pílin niður og fá fult yvirlit yvir tænastuveitarar, ið tú kanst senda til.

Send bræv við Mínboks

Skriva yvirskrift, ið hóskar til samskifti, og síðani kanst tú viðfesta skjøl í teiginum niðanfyri.

Tá ið tú hevur skrivað brævið trýstir tú á Send ovast í høgra horni.

Trýst her fyri at fáa tær Samleikan
Trýst her fyri at fáa tær Samleikan
Soleiðis ritar tú inn við Samleikanum