Vangin   /   Føroyskt   /   Tænastur

Fólkaheilsustýrið

Fólkaheilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum. Fólkaheilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar.

FarGen tilmelding
FarGen2-tilmelding

Málið við FarGen-verkætlanini er at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð. FarGen savnar bakgrunds-, genom- og heilsudátur í einum dátugrunni, sum er ætlaður gransking í føroyskum ílegum. Bakgrundsdáturnar verða heintaðar úr spurnablaðnum, sum tú kanst svara her á síðuni.

FarGen 2 fór í gongd í apríl 2022. Allir føroyingar, sum eru 18 ár ella eldri, kunnu luttaka - eisini um tú vart partur av FarGen 1 (2016-2018). Les meira á www.fargen.fo

Mannagongd fyri luttøku:

  • Les kunningartilfarið um FarGen 2 (sí niðanfyri).
  • Fyll út FarGen-spurnablaðið her á síðuni (sí niðanfyri).
  • Bílegg tíð til blóðtøku og kanningar á www.fargen.fo
  • Møt til blóðtøku o.a. og skriva undir samtykkisskjalið.
Far til sjálvgreiðslu
Ættarbandsskráin
Ættarbandsskráin

Ættarbandsskráin er eitt ættartræ yvir føroyingar, sum fevnir um tíðarskeiðið frá umleið ár 1650 til í dag. Umleið 149.000 fólk eru skrásett í skránni.

Høvuðsendamálið við verkætlanini er stovnan og viðlíkahald av einari talgildari ættarbandsskrá fyri allar Føroyar.

Í Ættarbandsskránni sært tú tínar ættfedrar í beinari linju aftureftir, kortini ber bert til at síggja nøvn á teimum, sum eru eldri enn 100 ár.

Far til sjálvgreiðslu
Fólkaheilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Fólkaheilsustýrið umsitur tilbúgvingina í føroyska heilsuverkinum og ger vegleiðingar til heilsulóggávu og tilmæli til myndugleikar og stovnar.